Stutt um COP26
Hans Gilstein Petersen
MFS, ráðslimur
MEng Electrical and Mechanical Engineering”
(Master í El- og Mekanikkverkfrøði)
á The University of Strathclyde
Glasgow
Í novembermánaði í fjør var veðurlagsráðstevnan COP26 hildin í Glasgow. Tær báðar vikurnar, sum ráðstevnan vardi, samráddust umboð frá 197 tjóðum, um hvussu veðurlagskreppan skal basast. Samráðingar vóru hildnar á The Scottish Event Campus, men ávirkanin frá ráðstevnuni var ikki avmarkað til hesi hølir. Gøturnar í skotska býnum vóru fyltar við umhvørvisaktivistum, løgreglufólki, tíðindafólki, dómadagsprofetum og forvitnum áskoðarum.
Um hetta mundi var eg upptikin við lestri, men torført var ikki at fylgja eitt sindur við gongdini, tá eg hoyrdi um allar heimsleiðararnar, sum savnaðust í mínum lestrarbýi. Á vitjan í Glasgow vóru millum annað Joe Biden, Emmanuel Macron, Justin Trudeau, Angela Merkel, Mette Frederiksen, Bárður á Steig Nielsen og onnur umboð frá teimum næstan 200 tjóðunum.
Globala upphitingin
Síðan árið 1880 hevur miðalhitastigið kring jarðknøttin voksið við umleið 1,1℃. Hóast tað møguliga ikki tykist sum nógv, so hevur hesin vøksturin havt týðiliga ávirkan á veðurlagið. Miðalhitastigið er á kós at vaksa enn meir komandi áratíggjuni og hetta inniber stórar avleiðingar — fyri summi støð merkir hetta hitabylgir, skógbrandar og turkur, fyri onnur merkir tað ódnir, flóðir og omanlop.
Globala upphitingin er orsakað av vakstrarhúsgassum, sum verða skapt, tá ið kol, olja og líknandi brennievnið verða brend. Um globala upphitingin skal basast, er neyðugt at skifta burtur frá orkukeldum og tilgongdum, sum skapa vakstrarhúsgass, til varandi og burðardyggar loysnir. Miðalhitin umleið ár 1880 verður nýttur sum mátistokkur fyri hvussu nógv miðalhitin er øktur orsakað av vakstrarhúsgassum. Hóast miðalhitin kring jarðknøttin broytist natúrliga frá einum áratíggju til eitt annað, til dømis orsakað av gosfjøllum, so sæst at hitavøksturin síðan 1880 gongur hond í hond við vøkstrinum av vakstrarhúsgassum, sum menniskjan hevur skapt síðan ídnaðarkollveltingina.
París-avtalan
Á COP21 ráðstevnuni, sum var hildin í París í 2015, samdust luttakandi tjóðirnar um París-avtaluna. Hon innibar at arbeiða saman um at avmarka globalu upphitingina til undir 2℃ í mun til hitastigið áðrenn 1880 og at miðja eftir eini upphiting á 1,5℃. Londini avtalaðu at føra fram ætlanir, um hvussu tey skulu minka um teirra útlát, umframt at tey eisini skulu møtast aftur hvørt 5. ár at endurskoða teirra mál og dagføra ætlanir teirra. Tíverri var mett, at ætlanirnar, sum tjóðirnar førdu fram eftir París-avtaluna, ikki fóru at megna at halda globalu upphitingina niðri á samtykta hitavøkstrinum. Serfrøðingar hjá ST mettu at globala upphitingin fer at vera 2,6℃ áðrenn øldin er liðin, útfrá ætlanunum eftir París-avtaluna.
COP26 ráðstevnan var tískil stevnan har París-avtalan skuldi endurskoðast, og londini skuldu dagføra sínar ætlanir um at skerja útlát síni. Ætlað var at hon skuldi haldast í 2020 — fimm ár eftir COP21 — men orsakað koronakreppuni var ráðstevnan útsett til 2021.
Glasgow Climate Pact
Á ráðstevnuni í novembur samdust tjóðirnar um at skriva undir eina avtalu, sum var nevnd The Glasgow Climate Pact. Paktin byggir á grundarlagið, sum var lagt í París-avtaluni, men mett verður at nýggja paktin heldur ikki megnar røkka málini, sum vóru sett í 2015, so niðurstøðan var at hesar ætlanir skuldu endurskoðast til næstu COP ráðstevnuna.
Vit kunnu frøast um, at COP26 var fyrsta ráðstevnan, har ætlanir vóru lagdar um at minka um nýtsluna av koli, sum er atvold til 40% av øllum CO2-útláti. Eisini lovaðu leiðarar frá fleiri enn 100 londum, ið eiga umleið 85% av heimsins skógum, at steðga avskóging áðrenn 2030.
Tíverri hevur verið funnist at paktinini fyri at nýta veikan málburð í summum økjum, sum londini kunna nýta at snúgva sær undan at minka um útlát teirra. Til dømis var ein orðing í paktini broytt frá “at avtaka kol” til “at minka um kol” eftir trýst frá Kina og India, hóast onnur lond mótmæltu hetta. Síðani hevur Suðurkorea, sum annar skuldi avtaka kol í 2030 árunum, sagt seg skula steðga at nýta kol áðrenn 2050. Hetta hevur fingið mong at óttast at onnur lond eisini fara at gagnnýta hesa orðing.
Undan COP26 ráðstevnuni vístu forsagnirnar, at vakstrarhúsgassútlátið kring heimin í ár 2030 fór at liggja um 52,4 gigatons. Forsagnirnar eftir COP26 vísa, at útlátið í ár 2030 kemur at liggja um 41,9 Gt, men um hitavøksturin skal haldast á 1,5℃, er neyðugt at útlátið verður undir 26,6 Gt.
Hon Alok Sharma, forsetin av COP26, segði, aftaná paktin var viðtikin: “Vit kunnu nú trúliga siga, at vit hava hildið tær 1,5 gradirnar á lívi, men pulsurin er veikur, og tær fara bert at yvirliva, um vit halda okkara lyftir og fara skundisliga til verka.”
COP27
Næsta ár verður COP27 ráðstevnan hildin í Egyptalandi. Umboðini fyri tey 197 londini hava verið heitt á at dagføra teirra arbeiðsætlanir, um nakar møguleiki skal vera at halda hitavøksturin á 1,5℃. Atmosferan fer bert at fylgja okkara ynskjum, um vit megna at skerja útlátið av vakstrarhúsgassum. Veðurlagsráðstevnurnar hava verið nógv kritiseraðar fyri at koma við tómum lyftum, og at einki eftirlit er at tryggja, at londini fylgja teirra ætlanum — vónandi koma vit at síggja størri samsvar millum lyftir og handlingar til næstu ráðstevnu.