Tað var sera gott
Um skapan Guds og uppgávu menniskjans: At varða um skapanarverkið.
Sverri Steinhólm
Sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi - á Landssjúkrahúsinum í Havn og í Varðhaldinum í Mjørkadali
Cand. teol. frá Københavns Universitet
Og Guð leit at øllum, sum hann hevði gjørt, og sí, tað var sera gott. 1. Mós. 1,31.
Í offarakæti leit Gud at skapanarverki sínum og undraðist: Hetta er sera gott. Eins og tá ið listafólkið trínur nøkur fet aftur, fyri at síggja heildina í listaverkinum.
Í Føroyum eru vit í meiri enn 1000 ár lærd upp í bíbilsku fatanini, at krúnan á skapanarverki Guds er menniskjan. At menniskjan breyt fyriskipan Guds og át av kunnleikans træi - syndafallið. Av hesum blivu vit logiskt klókari, men ólýðin Gudi og harvið minni egnaði at gera vilja Guds: At varða um jørðina og hvønn annan. Tað merkir, at fara væl við henni og um hana.
Og Harrin Guð tók Ádam og setti hann í aldingarðin Eden til tess at dyrka hann og varða um hann. 1. Mós. 2,15
Kann vera at virðisgrundarlagið skeiklaðist so mikið av syndafallinum, at virðir okkara komu at liggja í avrikum og úrslitum okkara, heldur enn í at fylgja fyriskipan Guds í eyðmýkt. Eyðmýkt er sambært Augustin høvuðsorðið í kristnari trúgv.
Meðan skapanarsøgan í 1. Mósebók er eitt sindur ítøkilig, so vinklar Jóhannus evangelisturin søguna øðrvísi, við at lýsa skapanina gjøgnum amboð Guds: Skapanarorðið, ið ger tað, sum tað sigur og nevnir.
Í fyrstuni var orðið, og orðið var hjá Guði, og orðið var Guð. Hetta var í fyrstuni hjá Guði. Allir lutir eru vorðnir til við tí, og uttan tað varð einki til av tí, sum til er vorðið. Í tí var lív, og lívið var ljós menniskjunnar Jóh. 1,1-4
Soleiðis lýsir Jóhannus skapanina, fyri at koma fram til hvør Jesus er, - at Jesus er orðið av Guds munni, sum varð hold og tók búgv okkara millum Jóh 1,14. Og Móses lærir okkum í skapanarsøguni, at Andi Guds hvíldi yvir vøtnunum. So hava vit trýeindina Gud Faðir, Gud Son og Gud Anda longu á skaparinnar morgni.
Í 1. Almenna brævi sínum lýsir Jóhannus Jesus soleiðis: Tað, sum var frá upphavi, tað, sum vit hava hoyrt, tað, sum vit hava sæð við eygum okkara, tað, sum vit skoðaðu og hendur okkara numu við, tað er lívsins orð; – og lívið varð opinberað, og vit hava sæð og vitna og boða tykkum hitt æviga lívið, sum var hjá faðirinum og varð opinberað okkum. Jesus er lívsins orð – lívgevandi orð - endurskapandi orð – hevur skapandi megi í sær, á ápostlanna døgum og í dag.
At siga at vit trúgva á Jesus Krist, ábyrgdar okkum, at fara væl um Guds náttúru og skapning og at virka fyri, at beint verður inn aftur á rætta kós, har farið var av leið. Misjavnt man vera frá tíð til aðra, hvussu vit í dagligum húsarhaldi og eisini í gudshúsum okkara eru farin um við atliti fyri, at fara væl um skapanarverkið.
Í Føroyum eru uml. 80% limir í Fólkakirkjuni og eini 15% hoyrandi til onnur kristin trúarsamfeløg. So vit eiga øll somul við veðurlagsbroytingunum í huga at hugsa okkum um, hvussu vit liva dagliga. Hvussu vit raðfesta: í dagliga innkeypinum – stóran ella lítlan bil, hvat fyri brennievni – stór ella lítil hús, bjálving, slag av brennievni – hvussu títt skulu vit keypa klæðir – hvussu nógv skulu vit ferðast, flúgva, sigla, koyra o.s.fr. Paulus minnir okkum á at Gudsóttin saman við nøgdsemi er mikil vinningur 1.Tim 6,6. Her kunnu vit hóskandi steðga við broti úr ávikavist inn- og útgangsbønini í kirkjuni hvønn sunnumorgun: At eg av orði tínum kann læra at bera angur um syndir mínar, í lívi og deyða at trúgva á Jesus og hvønn dag í heilagum lívi og levnaði at batna.
Átøk á grøna leið
Í Fólkakirkjuni hava átøk verið gjørd síðani 2008 fyri at minka um co2 útlátið. Fleiri av teimum eldru kirkjunum eru blivnar bjálvaðar, har tað er gjørligt og hitapumpir eru settar upp. Teir gomlu prestagarðarnir eru restaureraðir við serligum atliti, at vera nátturuvinarligir. Hugsað hevur verið um ljósskipan, bjálving og hita. Fleiri teirra við hitaskipan úr jarðholum. Eisini hevur verið skipað fyri grønum evnisdøgum, fyri at beina okkum á betri leið.
Serligan íblástur fingu prestarnir á vælskipaðum evnisdegi um grøna hugsan eisini í kirkjuni. Tað var okkara fremsti íverksetari á grøna økinum Finnbogi Joensen úr Vestmanna skúla, sum skipaði dagin fyri okkum. Við íblástri úr ymsum verkætlanum úr Vestmanna skúla, fekk hann kveikt góðar tankar í okkum, náttúruni at frama. Eitt ítøkiligt uppskot hevði hann eisini, um at hava ein grønan sunnudag, har hugsa varð um Guds skapanarverk bæði í sálmasangi, bíbliulestri, prædiku og bøn. Hesin sunnudagur hevur eina tíð verið hildin tríeindarsunnudag – 1. unnudagur eftir hvítusunnu. Nú er í uppskoti, at dagurin verður hildin í fyrstu heilu vikuni í septembur.
Ein slíkur sunnudagur verður skipaður við serliga valdum rituali, textum, bønum og sálmum.
Dømi um sálmar eru:
Upp alt ið Harrin hevur gjørt
Harranum lovið, alvaldandi drátti við æru.
Alt, sum frítt og fægurt er
O veldis Gud, eg undrandi má skoða
Dømi um textir: Skapanin, 1. Mós 1-2; Sáttmáli Guds við Nóa 1. Mós 9,8-17; Skapanin og menniskjað, Sálmur 8; Alt hevur Gud gjørt lagaligt, Prædikarin 3,1-8; Um ikki at stúra, Mat 6,25-34
Kirkjuligir leiðarar á ráðstevnu um Artic
Síðani 2017 er Biskuppur Føroya Jógvan Fríðriksson farin eitt stig víðari, fyri at fáa íblástur til enn fleiri átøk á grønari leið. Tá var hann saman við øðrum persónum úr Føroyum á ráðstevnu í Íslandi, nevnd Artic Circle. Hon er tann størsta árliga altjóða ráðstevna um Artic, har meiri enn 2000 luttakarar møtast úr yvir 60 londum. Hon verður hildin hvørt ár í oktobur í Harpu í Reykjavík.
Árini síðani hava fleiri prestar úr Føroyum verið við til hesa ráðstevnu. Hetta fyri at fáa íblástur til, hvussu vit í kirkjuliga arbeiðinum kunnu blíva betri til at varpa ljós á ábyrgd okkara fyri Guds skapanarverki. Har eru yvir 140 fyrilestrar um eitt nú náttúru og umhvørvi bæði á sjógvi og landi.
Tá eg var á hesi ráðstevnu 2018 vóru m.a. fleiri evni um trúgv og vón: Hope in a changing Arctic and global climate: Religious and ethical dimensions of the Global climate change and the great Arctic melt. Gudfrøðifakultetið á Reykjavíkar lærda háskúla skipaði fyri. Eisini luttók Jógvan Fríðriksson í paneli saman við 4 øðrum biskuppum úr 4 ymsum londum, evnið: Faith in the transformation of societies and lifestyles; Stewardship of the Arctic and the earth. Yvir 2000 luttakarar møta vanliga til stevnuna. Ólafur Ragnar Grimsson, fyrrverandi forseti Íslands (1996-2016), er stigtakari og samskipari til Arctic Circle.
Grøn kirkja
Í Danmark hava tey hugtakið Grøn Kirke. Grøn Kirkja arbeiðir m.a. fyri at gera kirkjurnar meira náttúru- og hitavinaligar. Tað eru yvir 200 kirkjur, sum bera heitið Grøn Kirke. Fyri at bera hetta heitið, skal kirkjan góðkennast av Grøn Kirke-Gruppen, sum er partur av felagsskirkjuliga ráðnum Danske Kirkers råd. Sum frymil fyri góðkenning er settur upp ein listi við 48 punktum deild upp í 6 økir. Kirkjan skal aktivt siga ja fyri minst 25 av hesum 48 punktunum, fyri at fáa heitið Grøn Kirkja.
Dømi um økini er: Lív kirkjunar. Minst ein temagudstænastu um árið um skapanarverkið, náttúruverju og rættvísi.
Dømi 2: Kirkjunar orkunýtsla. – Náttúruvinarlig hita- og orkuskipan og ledljós.
Grønu kirkjunar í Danmark samstarva í Norðanlondum við Nordic Ecumenical Green Network.
At enda, í Prædikaranum kap 7, 29 stendur: Sí, eina hetta havi eg funnið, at Guð hevur skapað menniskjuna beina, men tey søkja mong ring brøgd. Gott um vit fara at søkja betri brøgd og taka ábyrgd av skapanarverkinum.