top of page

Tey ungu hugsa grønt 

Betribankilogo.jpeg

Betri Banki

Tey ganga ikki í skjúrtu og slipsi, men eru tó beinhørð business-fólk. Tey ganga í jogging-klæðum og búgva heima hjá foreldrunum. Sum børn spældu tey ikki í fjøruni og í haganum. Tey spældu á internetinum, har øll heimsins vitan er tøk, og undirhaldið er ókeypis. Nú melda tey seg inn á virðisbrævamarknaðin, og fleiri og fleiri seta strong krøv: Fyritøkur og íløgufeløg skulu vera burðardygg. 
 

Seinastu árini hava vit í Betri Banka sæð ein vaksandi áhuga millum ung at gera íløgur í virðisbrøv. Orsakirnar eru ivaleyst nógvar. Ein orsøk er eitt størri forvitni og økt samskifti millum ung í bólkum og á sosialum miðlum um virðisbræva-marknaðin og einstøk virðisbrøv. Ein onnur orsøk til vaksandi áhugan er, at rentustøðið seinastu árini hevur verið metlágt. Eitt lágt rentustøði er gott, um ein til dømis fer at keypa sær ein bústað, tí fíggingin verður bíligari. Men eitt lágt rentu-støði er ikki gott fyri uppsparingar, sum standa kontant á kontu í bankanum. Lága rentan ger, at kundar ikki longur fáa eitt avkast við at hava eina uppsparing standandi kontant. Tí verður leitað eftir alternativum møguleikum, og at seta peningin í virðisbrøv – serliga partabrøv – er ein møguleiki. 
 

Vit gerast øll meira tilvitað um okkara leiklut í  heimssamfelagnum, og vit ynskja at taka ábyrgd og at gera okkara part fyri at liva burðardyggari. Eitt nú verða bensin- og dieselbilar skiftir út við elbilar, og oljufýr verða skiftir út við grønari orkuloysnir. Betri Banki ynskir at stuðla undir hesum grønu loysnunum og bjóðar bíligari fíggjarmøguleikar til kundar, sum velja grønar loysnir. 
 

Hetta rákið, at taka burðardyggari avgerðir, sæst eisini, tá íleggjarar skulu velja, hvørji virðisbrøv teir skulu gera íløgur í. Fleiri og fleiri íleggjarar seta krøv til fyritøkur og íløgufeløg um at taka burðardyggar avgerðir. Hetta er eitt rák, sum vit síggja um allan heim og ikki bara her í Føroyum.  

Hvussu kann ein íleggjari so vita, um ein íløga er burðardygg ella ei? Tað kann vera torført at finna út av, men ein kann peila seg av við at hyggja at ESG-talinum, og um talan er um eitt norðurlendskt íløguprógv, so kann ein kanna, um íløguprógvið hevur sokallað svanamerki. 
 

ESG stendur fyri Environmental, Social and Governance. Hægri ESG-talið er, burðardyggari verður fyritøkan mett at vera. Hugt verður at, hvussu fyritøkan ávirkar umhvørvið, og m.a. hvussu fyritøkan brúkar rávøru og vatn, og hvussu stórt CO2-útlátið er.  Kannað verður, hvussu sosialu viðurskiftini í fyritøkuni eru, um fyritøkan virðir mannarættindini, og um arbeiðsumstøðurnar og trygdin eru í lagi. Hugt verður eisini at leiðslustrukturinum í fyritøkuni, og hvussu stórur vandin er fyri korruptión og skattasviki. Trupulleikin við ESG-talinum er, at tað ikki er ein fastur standard-útrokningarháttur, og at tað eru greiningarfyritøkur, sum áseta ESG. ESG kann tó avgjørt verða nýtt til at fáa eina meting av, um fyritøkan er burðardygg ella ei. 
 

Norðurlendsk íløguprógv kunnu fáa svanamerkið, um íløguprógvið lýkur 25 ymiskar treytir. Íløguprógv, sum eru svanamerkt, kunnu m.a. ikki gera íløgur í fyritøkur, sum í stóran mun dálka umhvørvið, fyritøkur, sum bróta menniskjarættindini, og í fyritøkur, sum selja vápn. 

                           Góð ráð  
 

Um tú velur at gera íløgur í partabrøv, so átekur tú tær ein váða, tí íløgan kann fella í virði. Tí er gott at spjaða váðan við at gera íløgur í fleiri ymiskar fyritøkur, ymiskar ídnaðir og í ymiskum londum. Tú fært eina góða váðaspjaðing við at gera íløgur í íløguprógv, og tí eru íløguprógv eitt hent amboð fyri at spjaða váðan. 
 

Týdningarmikið er at hyggja at íløgum í partabrøv sum eina langtíðaríløgu.   

Onkuntíð kann virðið á partabrøvum sveiggja nógv, men søguliga vísa tøl, at íløgur í partabrøv eru tann íløgan yvir tíð, sum hevur givið hægst avkast. Um so er, at tú skalt nýta peningin innan 2-3 ár, so eru íløgur í partabrøv møguliga ikki eitt gott val fyri teg. 
 

Ungdómur kann stundum vera lættur at lokka og fella fyri freistingum í einum tíðarráki. 

Hetta hava vit eisini upplivað í Betri Banka. Seinastu tvey árini hava einstøk partabrøv verið serliga væl umtókt millum ungdómin. Hetta kemur ivaleyst av práti um kurshækkingar og kjatti í bólkum og sosialum miðlum. Vit í Betri Banka royna eftir besta førimuni at minna ungdómin á at taka skilagóðar avgerðir og at hugsa seg væl um, áðrenn hoppað verður í eitt tíðarrák.  
 

Søguligur kursvinningur er als eingin trygd fyri framtíðarvinning. Serliga um søguligi vinningurin hevur verið borin uppi av einum modernaðum tíðarráki heldur enn av búskaparligum viðurskiftum. 

Nógv er at hugsa um, tá tú umhugsar at gera íløgur.  
 

Ert tú í iva, ella hevur tú spurningar um íløgur, so ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við
Markets í Betri Banka. 

 

dealer.banki@betri.fo | +298 348000 

bottom of page