Útlát frá føroyskum fiskiskipum
Thormund Johannesen
Skipsførari og skipsverkfrøðingur M.Sc.
Knud E. Hansen, ráðgevandi skipsverkfrøðingar, Føroya Deild.
Fjølnir hevur í ár sett veðurlagskreppa sum høvuðstema í blaðnum.
Veðurlagsbroytingarnar eru longu her. Vit síggja og hoyra næstan dagliga um hitamet og onnur ekstrem veðurfyribrigdi.
Nú eru tað tí ikki bara vísindafólk og umhvørvisaktivistar, sum ávara um gongdina og krevja handling.
EU hevur sett sær stór mál at minka um útlátið, og Danmark kanska enn størri.
Hetta fer óivað at leggja stórt trýst á okkum føroyingar, sum útláta fleiri ferðir so nógv sum danir, í mun til fólkatalið. Serliga kann trýstið á høvuðsvinnuna, fiskivinnuna, fara at kennast tungt, tá ið umhvørvistilvitaðir keyparar fara at aftra seg við at keypa okkara fiskavørur orsaka av ov stórum útláti.
Vit vera tí noydd at taka útlát frá fiskiskipum upp til viðgerð og finna loysnir at minka tað.
Fyrst av øllum mugu vit gera okkum greitt, hvat vit skilja við útlát, tí tað eru fleiri sløg við ymiskari ávirkan á umhvørvið. Diesel- og bensinmotorar útláta koltvíiltu. CO2, sum fer upp í lofthavið, bjálvar jørðina og er harvið orsøk til at hon hitnar. Men serliga dieselmotorarnir hava eisini stórt útlát av nitrogenoxidum - NOx og svávuloxidum SOx, ið dálka luftina og gera skaða á vøkstur og aðrar livandi verur.
Hesi seinnu, NOx og SOx, ber til at minka munandi um, við ymiskum tekniskum átøkum, og tað verður eisini gjørt.
Ofta verður ført fram, at nýggir dieselmotorar eru so nógv reinari enn teir gomlu, dálka minni og hava minni útlát.
Jú, teir dálka minni og hava minni útlát av NOx og SOx, men tað er ikki tað, sum er orsøk til veðurlagsbroytingarnar. Tað er harafturímóti CO2 útlátið, og har er minni munur á gomlum og nýggjum dieselmotorum, tí CO2 stendur í beinum lutfalli við oljunýtsluna. Tað er tí onki annað at gera enn at sleppa okkum av við oljufýr og oljubrennandi motorar og í staðin framleiða orku á annan hátt uttan CO2 útlát.
Tað vísir seg at bera væl til at framleiða el-orku burðardygt úr fjallavatni, vindi, sjóvarfalli og sólarljósi, og er hetta enntá bíligari enn orka úr fossilum brennievnum.
El-orka, framleidd á henda hátt, er sostatt eitt upplagt alternativ til orku úr fossilum brennievni, men tað er tó ein stórur trupulleiki við el-orkuni - hon er ikki løtt at goyma. Battarí er mest brúkta el-goymsla, men hesi er bæði dýr, tung og hava lutfalsliga stutta livitíð. El-orka er tískil ikki væl egnað, har orka í stórum nøgdum skal goymast, sum til dømis umborð á skipi. Er talan um smærri ferjur, sum sigla stuttar teinar, har til ber at løða tíðum, er el-orka tó ein rættuliga góð loysn, tí el-motorarnir eru bæði effektivir, rakstrartryggir og ljóðleysir.
Smærri arbeiðsbátar í alivinnuni, útróðrarbátar og smærru ferjurnar í Føroyum, sum øll liggja inni hvørja nátt, kundu saktans nýtt el-orku. Um ikki fult út beinan vegin so lutvíst – hybrid – inntil battaríini eru meira ment.
Verri er vorðið við fiskiskipunum, bæði teimum á heimaleiðunum, ísfiskaskipini og langfaraskipini. El-orka kemur ikki uppá tal, so her mugu nýggj brennievni til. Hesi brennievni og teir motorar, sum skulu brenna tey, eru enn á royndarstigi, so tað ganga nokk nøkur ár til bæði motorar og brennievni eru tøk á einum vanligum marknaði, eins og dieselmotorar og dieselolja eru tað í dag.
Tað sýnist sum vetni (brint) er best egnaða brennievnið til forbrenningsmotorar, men vetni er eitt loftevni, sum er ringt at goyma i størri nøgdum. Antin skal tað kølast niður á –254 stig celsius, ella skal tað setast undir øgiligt trýst, har 300- og 700 bar er tað mest vanliga. Hetta verður trupult at hava við at gera umborð á skipi.
Loysnin sýnist tí heldur vera, at binda vetni kemiskt við antin nitrogen ella koltvíiltu og harvið fáa ammoniakk ella metanol (træspritt) burturúr, sum er lættari at hava við at gera enn reint vetni. Metanol er flótandi og ammoniakk fæst flótandi við ikki so nógvum trýsti ella køling. Hesi eru bæði góð brennievni til forbrenningsmotorar, hóast tey fylla meira enn dieselorka.
Stórar vindmyllulundir hava í mongum føri nógva avlopsorku, sum kann nýtast at gera vetni burtur úr vatni við elektrolysu. Vetni kann síðani bindast við nitrogen, sum fæst úr luftini, ella koltvíiltu, sum fæst úr biomassa (lívrunnum evnum), og harvið fæst ammoniakk ella metanol burturúr. Ammoniakk hevur onki koltvíiltuútlát, tá ið tað verður brent. Metanol letur somu koltvíiltu út, sum framleiðslan bindur í brennievnið úr biomassa, og verður tí roknað fyri at vera neutralt.
Motorar til slík brennievni eru longu á marknaðinum í ávísum avmarkaðum støddum, og arbeitt verður áhaldandi við framleiðslu av brennievnum. Stórar fyritøkur sum Mærsk seta nógv av til gransking og framleiðslu á hesum øki, og munnu hesar fyritøkur ikki eisini onkursvegna fara at eiga fyrsta rætt til nýggju brennievnini, so leingi útboðið langt frá mettar tørvin?
Hvat gera vit í Føroyum?
Her er ongin orku- og veðurlagspolitikkur galdandi í løtuni. Ein lóg er tó á veg, men sum skilst so verða ongar bindingar um at minka útlátið við ávísari nøgd yvir ávísa tíð, sum gjørt er í Danmark og EU.
At okkara fiskiskipafloti er gamal og harðliga trongir til endurnýggjan, júst í hesum tíðum við so stórum og alsamt vaksandi krøvum um grønar loysnir, er tí ein stórur trupulleiki, sum vit eiga at taka í størsta álvara.
Júst í hesum døgum hevur verið skipað fyri ráðstevnu um framtíðar føroyska fiskivinnu, har nógv hevur verið gjørt burturúr MSC góðkenning, ein skjalfestan av burðardygd. Men man ikki útlát skjótt fara at viga tungt í eini MSC góðkenning, og hvussu verður tá vorðið hjá okkum?
Í løtuni eru seks nýggj skip í gerð og á veg inn í flotan, tvey uppsjóvarskip og trý verksmiðjuskip. Tey skipini, sum fara úr flotanum fyri hesi nýggju, hava høvuðsmotorar við samanlagt 22.270 kW, meðan tey nýggju hava samanlagt 34.680 kW. Ein meiri enn helvtarøking, og tað vil siga nærum líka stór øking í CO2 útláti.
Onkur vil kanska halda, at hetta eru effektivari skip enn tey gomlu, og kunnu fiska somu kvotur við minni útláti.
Sannroyndin er tó ein onnur, tí størri skip við størri motorum brenna altíð meira. Og grønlendingar, sum longu hava skift stóran part av sínum verksmiðjutrolaraflota, hava longu sæð, at oljunýtslan er nógv vaksin.
Tað vil, við øðrum orðum, siga, at okkara fyrsta stig viðvíkjandi endurnýggjan av fiskiskipaflotanum er eitt stórt stig skeivan vegin, tá ið tað kemur til útlát. Tað er ikki at rokna sum burðardygt og fer helst at ávirka okkara MSC góðkenningar í framtíðini. Hesi nýggju skip koma, um tey gerast eins gomul sum tey skipini, ið tey avloysa, at sigla líka inn í 2050’ini, tá ið alt vakstrargassútlát í heiminum skal vera burtur.
Tað finnast ongar lættar loysnir í dag, og tað mátti Bakkafrost sanna, nú nýtt stórt brunnskip verður smíðað. Framsøknu ætlanirnar við gassmotorum, ið møguliga kundu brenna biogass, framleitt hjá Førka úr laksaslógvi og neytamykju, bóru ikki á mál. Tað gjørdist ov trupult og dýrt, sum umstøðurnar eru í Føroyum.
Brunnskipið er tó innrættað soleiðis, at tað væl ber til at skifta til grønar skipanir, tá ið tær verða tøkar á marknaðinum. Alt er el-drivið umborð, eisini eru høvuðsmotorarnir elektriskir, og tey fimm dieselaggregatini, sum veita streym, standa í dekshúsi á yvirdekkinum, har tey lættliga kunnu skiftast, uttan aðrar broytingar í skipinum. Omaná dekshúsinum er pláss fyri átta 20-fóts bingjum til brennievni, um tað til dømis verður í gassformi.
Skipið hevur eisini battarískipan og 10 kV háspenningslandsamband, so tað við kai á Glyvrum kann verða rikið við streymi frá SEV, meðan 1000 tons av livandi laksi eru umborð. Battaríini verða annars brúkt til at javna millum dieselaggregatini, sum tí altíð koyra við optimalari last.
Hetta bara fyri at nevna, at tað í ávísan mun ber til at fyrireika seg, hóast endaligu grønu loysnirnar fyri skipini ikki finnast á vanliga marknaðinum enn.
Men ábyrgdin liggur hjá politiska myndugleikanum at fyrireika okkum til nýggju grønu brennievnini.
Neyvan verða tey framleidd í Føroyum, tí tað skal helst gerast í stórari mongd fyri at halda kostnaðinum niðri. Men vit mugu tó hava eitt infrakervi, so brennievnini verða tøk hjá skipum at bunkra í fleiri støðum í landinum.
Jú, avgjørt standa stórar avbjóðingar fyri framman at minka útláti í okkara høvuðsvinnu. .