Veðurlagsbroytingar og sálarligar avleiðingar 

thumbnail 2_edited.png

Ingrið Larsen

Sálarfrøði á Aalborg Universitet

Aalborg

Sambært Millumtjóða Veðurlagsnevndini hjá Sameindu Tjóðum (United Nations’ Intergovernmental Panel on Climate Change, IPCC) er veðurlagskreppan veruleiki. Í sættu meting teirra verður staðfest, at veðurlagsbroytingar óivað eru til, og menniskjan hevur ábyrgdina (IPCC, 2021). Umframt avleiðingar fyri náttúruna, eru sálarligu avleiðingarnar í hesum høpi eitt støðugt vaksandi evni innan gransking. Longu nú er í høvuðsheitum semja um, at hetta er ein trupulleiki (Brown, White & Nicholas, 2020, p. 1). Í hesi grein er ætlanin at greiða frá sálarligu avleiðingunum, við støði í pýramidu Maslows um menniskjunnar tørvir, umframt hugtøkunum veðurlagsangist og solastalgia.  

 

Ástøðingurin Abraham Maslow legði í 1943 fram ein frymil fyri menniskjunnar tørvir, ið avmyndast sum ein pyramida við trimum stigum. Niðast eru kropsligir tørvir og tørvurin á tryggleika. Likamligar tørvir kunnu vera tosti, svongd, svøvnur, osf. Tørvurin á tryggleika kann lýsast sum at man t.d. hevur nøktandi fíggjarviðurskifti, eitt nøktandi starv og at man býr í einum tryggum umhvørvi. Hesir tørvir eru grundleggjandi fyri at menniskjan kann liva. Síðani koma sálarfrøðiligu tørvirnir. Sálarfrøðiligir tørvir kunnu t.d. vera at passa inn sosialt, at verða vird/ur og at hava nóg mikið av sjálvsvirði. Ovast í pýramiduni er sjálvbúningartørvurin, sum einans ber til, um hini løgini í pyramiduni eru nøktað. Sjálvbúning kann lýsast sum, at man kann savna seg um at mennast persónliga (Poston, 2009, pp. 347-352). Í hesi grein verður denturin lagdur á tvey tey niðastu stigini, tí at eg meti tey mest viðkomandi fyri hetta evnið.  

Screenshot 2022-10-01 at 15.19.32.png
(Poston, 2009, p. 348) 

Veðurlagskreppan hevur beinleiðis ávirkan á grundleggjandi tørvir okkara. Sjóvarmálin hækkar, hitastigini økjast, luftin dálkast av CO2 útláti og veðurlagið gerst sum heild ógvisligari (Brown et. al., 2020, p. 1). Hesar broytingar eru serliga vandamiklar fyri menniskju, sum liva í fátækradømi, ofta í menningarlondum og eru lutfalsliga nógv tengd at egnum grøðum. Avgrøðirnar, ið eru treytaðar av veðurlagnum, eru av alstórum týdningi, tí burturúr teimum fæst bæði føði og inntøka. Um tær, orsakað av veðurlagsbroytingum, gerast knappar, kann tað í summum førum elva til óvissa inntøku og hungursneyð. Harafturat kunnu ógvisligu veðurlagsbroytingarnar elva til materiellar skaðar (Brown, et. al., 2020, p. 1), sum t.d. at hús og heim ferst, hetta umframt skaða á týdningarmikil samfelagslig kervir. Umstøðurnar gerast altso ótryggar. Veðurlagskreppan kann sostatt hótta niðasta lag í pýramiduni, altso grundleggjandi likamligar tørvir og tryggleika. Eisini kunnu omanfyristandandi ótryggu umstøður elva til sálarsjúkur, sum t.d. PTSD, angist, órógvaðan svøvn, osf. Hetta hevur uttan iva neiliga ávirkan á lívsgóðsku menniskjanna (Brown et. al., 2020, p. 2f). 

 

Føroyingar merkja ikki veðurlagskreppuna á sama hátt, sum lýst omanfyri. Avleiðingarnar eru meira óbeinleiðis og kunnu t.d. vera, at tað gerst torført at fáa fatur á vørum, sum ikki kunnu framleiðast í landinum, um avgrøðir verða oyðilagdar av eitt nú turki, yvirflóð, osf. Føroyingar kunnu fara at mangla týdningarmiklar vørur og eru sostatt tengdir av at londini, ið veita slíkar vørur, sleppa heilskapað í gjøgnum veðurlagskreppuna. Ein meira beinleiðis avleiðing av veðurlagskreppuni er, at hitin í sjónum økist, og sostatt broytast fyritreytirnar fyri føroysku fiskivinnuna, ið er høvuðsvinnan í landinum. Eitt nú skrivar Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag at orsøkin, at toskurin á Føroya Banka ikki kemur fyri seg aftur, er økti hitin í sjónum. Her er also ein ítøkiligur vandi at missa henda góða bankafisk (Müller, 2021a). Í versta føri kann broytingin í sjóhita elva til partvíst ella fult fiskiloysi yvirhøvur, har ein væntandi fylgja fer at vera munandi lægri inntøkur til føroyska samfelagið.  Niðasta lagið í pýramiduni kann tískil eisini vera hótt hjá okkum føroyingum, men á ein meira óbeinleiðis hátt enn hjá fólkum í menningarlondum, ið m.a. liva beinleiðis av egnum avgrøðum.  

 

Av áður nevndu sálarligu avleiðingum kann angist í smb. við veðurlagskreppuna útgreinast meira,  m.a. solastalgia og veðurlagsangist. Solastalgia kann lýsast sum strongd, ið kemst av broytingum og niðurbróting av sínum heimaumhvørvi. Hetta fyribrigdið gerst serliga umráðandi í nútíðini, har veðurlagsbroytingar gerast alsamt vanligari. Omanfyri eru nakrar avleiðingar fyri heimaumhvørvið lýstar, men harafturat kann nevnast niðursett góðska á matvøru og vatni, skógareldar, avleiðingar fyri flutningskerv osf. (Brown et. al., 2020, p. 1). Man kann tískil fáa solastalgia av nógvum ymsum broytingum, men felags er, at tær hava neiliga ávirkan á umstøðurnar, hjá tí einstaka. Strongd er torfør at fáa bilbugt við, og kann tað gerast trupult at søkja sær hjálp, um ein t.d. heldur verður noyddur at brúka orku upp á at basa materiellu trupulleikunum, ið standast av veðurlagskreppuni. Umframt solastalgia er veðurlagsangist eisini viðkomandi fyri hetta evnið. Veðurlagsangist er stúran og óvissa um broytingar í egnum umhvørvi, sum kunnu elva til kenslur av mistum tamarhaldi. Veðurlagskreppan er ein av størstu kreppunum, ið heimurin hevur sæð, og serliga hjá ungum kann hetta fylla nógv. Tað kann vísa seg sum t.d. tankameldur um framtíðina, um man sum einstaklingur ger nóg mikið, umframt skuldarkenslur (Brown et. al., 2020, p. 1). Veðurlagsangist kann kykna í kjalarvørrinum av ótryggum umstøðum og solastalgia, men kann eisini taka seg upp um man bert hevur vitan um veðurlagskreppuna. Tilveran kann gerast vónleys, tí um umstøðurnar ikki eru tryggar, kunnu útbúgving, búskapur og yrkisleið kennast týdningsleyst. T.d. kann vitan um omanfyristandi vandar elva til stúran, sum kann gerast til angist. Ógvisliga veðrið kann í sær sjálvum eisini ræða hin einstaka, tí man áður hevur sæð, hvussu vandamikið tað kann gerast.  

 

Solastalgia og veðurlagsangist kann elva til tankameldur um egnan lut í málinum um veðurlagskreppuna og kunnu gerast køvandi, tí í roynd og veru ræður tað eisini um lutin í lívið sínum – Hvussu verður búskapurin í Føroyum, um fiskiskapurin minkar munandi? Hvussu skal tryggi gerandisdagurin halda fram, um trot verður á týdningarmiklum vørum til grundleggjandi tørvir í menningarlondunum, ið vit eru bundin at? Um Føroyar ikki eru búskaparliga tryggar og ikki ber til at fáa fatur á slíkum vørum, hvussu skal hin einstaki so kunna hugsavna seg um nakað annað enn avleiðingarnar av tí? Verður úrslitið ein búskaparlig afturgongd, ið fær avleiðingar fyri føroyska samfelagið sum heild? Slíkir tankar kunnu mala í huganum á føroyingum, sum kunnu elva til angist, sum hóttir sálarligu heilsuna. Serliga eru sálarliga veik og fátøk í størri vanda at fáa veðurlagsangist og solastalgia. Hesi fyribrigdini tyngja uttan iva sálarheilsuna, og gera tað torført at nøkta sálarfrøðiligu tørvirnir í pyramiduni. Stuðul frá vinum, familju og sálarfrøðilig hjálp kann veita heilsubót, men tað krevur at hin rakti leitar sær hjálp, ella at avvarðandi traðka til (Brown et. al. 2020, p. 3).  

 

Granskingar peika á, at veðurlagsbroytingar gerast alsamt størri ár fyri ár og ávirka allan heimin (IPCC, 2021). Veðurlagskreppan er sostatt viðkomandi fyri allar heimsins íbúgvar, sum lýst omanfyri. Heimsins leiðarir eru tilvitaðir um støðuna og leggja íløgur í eina grønari framtíð. T.d. legði danska ríkisstjórnin 38 átøk fram, ið skulu slóða fyri innan landbúnað, flutning, skipaferðslu, vinnu og bústaðir og hon ynskir at gerast ”klimaneutral” í 2050. Á veðurlagsfundinum í Glasgow í november 2021 samdust tjóðirnar í ST aftaná drúgvar fundir, um eina veðurlagsavtalu. M.a. bleiv gjørt av, at veita menningarlondum fíggjarliga hjálp í stríðnum ímóti veðurlagskreppuni, umframt at endurnýggja fíggjarligu miðini. Allir partar samdust eisini um at lækka útlát teirra, at teirra framtíðar lyftir viðv. veðurlagskreppuni samsvara við París-sáttmálan, og harafturat bleiv París-sáttmálin endaliga viðgjørdur (unfccc.int, 2021). Hann snýr seg í høvuðsheitum um, at heimurin ikki skal hitna meira enn 1.5 stig samanborið við miðalhitan áðrenn ídnaðarkollveltingina. Hetta boðar frá eina vónríkari framtíð í stríðnum ímóti veðurlagskreppuni.  

 

Men hvar standa Føroyar í hesum stríðnum? Ætlanir at minka CO2-útlátið hava ikki eydnast, men í ár er stuðul veittur til gransking at leiða CO2  niður í jørðina og goyma tað har. Sambært Bárður á Steig Nielsen, løgmanni, er málið at minka útlátið í Føroyum við í minsta lagið 30 prosentum í 2031, og Føroyar hava tikið undir við París-sáttmálanum. Tann dag í dag eru næstan 65% av føroysku orkuframleiðsluni grøn, og áðrenn 2030 er ætlanin at økja tað til 100% (Müller, 2021b).  Hóast bjartar framtíðarætlanir eru sálarligu avleiðingirnar av veðurlagskreppuni smokkaðar ímillum. At hond verður tikið um tær er sera týdningarmikið, tí tað snýr seg um lívsgóðskuna hjá einstaklingum. Tað er tískil tørvur á gransking innan sálarligar avleiðingar umframt viðgerð av hesum, og vónandi kann henda grein varpa ljós á tað.  

(1) Brown, M. J., White, B. P. & Nicholas, P. K. 2021. Mental Health Impacts of Climate Change: Considerations for Nurse Practitioners. The Journal for Nurse Practitioners, 10, 1-5. doi: https://doi.org/10.1016/j.nurpra.2021.07.013 

(2) IPCC. Headline Statements from the Summary for Policymakers. 2021. Lisin 13/12/21 https://www.ipcc.ch/report/ar6/wg1/downloads/report/IPCC_AR6_WGI_Headline_Statements.pdf 

 

(3) Müller, J. 2021a. FNU: Veðurlagsbroytingarnar eru her. Lisin 13/12/21 á https://orkan.fo/foroyar-a-cop26-verda-partur-av-loysnini 

 

(4) Müller, J. 2021b. Føroyar á COP26 verða partur av loysnini. Lisin 13/12/21 á https://orkan.fo/foroyar-a-cop26-verda-partur-av-loysnini 

 

(5) Poston, B. 2009. An Exercise in Personal Exploration: Maslow’s Hierarchy of Needs. The Surgical Technologists, 1, 347-357.  

 

(6) UNFCCC. COP26 Reaches Consensus on Key Actions to Address Climate Change. 2021. Lisin 13/12/21 á https://unfccc.int/news/cop26-reaches-consensus-on-key-actions-to-address-climate-change