top of page

Vit skulu hava eina bindandi veðurlagslóg 

01b5e2ae-04b6-48ca-a24e-a715c88b37e4_edited.jpg

Elsa Berg
 

Veðurlagslóg nú
 

thumbnail (5)_edited.jpg

Tráin Petursson Nónklett

Veðurlagslóg nú

Vit eru í eini absurdari støðu. Vit eru í eini veðurlagskreppu, vit merkja og síggja tað, og granskarar staðfesta tað, men í Føroyum hava vit ongan veðurlagspolitikk. Hitin á jørðini økist og økist, og avleiðingarnar eru ógvusligar. Tey seinastu árini hava vit upplivað, hvussu veðurlagskreppan hevur við sær ræðandi, álvarsom og oyðileggjandi veðurlagsfyribrigdi, sum bæði raka aðrastaðni og her heima. T.d. at fiska- og fuglastovnarnir, sum føroyingar hava livað av tey síðstu mongu hundrað árini, mistrívast. Vit skulu tí handla nú, og komandi tíðin hevur alt at siga. Teir førandi veðurlagsgranskararnir eru samdir um, at vit mugu handla nú fyri at fyribyrgja teimum verstu avleiðingunum av veðurlagskreppuni.
 

Tí eiga vit at taka støðu til: hvussu nógv skulu vit minka um útlátið? Nær skulu Føroyar verða útlátsfríar? Hvussu gera vit tað? Vit skulu svara hesum spurningunum sum skjótast, soleiðis at vit kunnu fara í gongd og veruliga flyta nøkur ting.
 

Søgan um tann óbindandi veðurlagspolitikkin 
 

Føroyar samtyktu í 2009 ein veðurlagspolitikk. Eitt samt Løgting tók undir við uppskotinum, og allir politisku flokkarnir vóru uppskotsstillarar. Málið var, at útlátið av vakstrarhúsgassum í 2020 skuldi vera í minsta lagi 20% lægri sammett við útlátið í 2005. Veðurlagspolitikkurin var tó ikki bindandi eins og ein veðurlagslóg, men var eitt uppskot til samtyktar. Tað merkir, at uppskotið var ein áheitan frá Løgtinginum til Landsstýrið um at koma við lógum fyri at røkka málinum. 

Og úrslitið var eisini hareftir. Neyðugu lógirnar komu ikki í Løgtingið og vóru ikki samtyktar, og heldur enn at útlátið minkaði við í minsta lagi 20%, øktist tað munandi og í 2020 var útlátið 93% hægri enn tað ásetta máli*.  

Í praksis er tað tó ikki akkurát ein breið semja um góð, sterk og munandi veðurlagsátøk, sum hevur ímyndað veðurlagskjakið síðstu árini. Heldur tvørturímóti. Breið semja hevur heldur verið um at økja um búskaparvirksemið og nýtsluna, óðansæð hvør umhvørvisligi kostnaðurin av tí er og hevur verið. Vit kunnu fegnast um tað fyrireikandi arbeiði, sum varð gjørt, men tá tað kemur til stykkis, vísir tað seg, at tað er púra ókeypis at samtykkja eitt uppskot til samtyktar ella ein óbindandi veðurlagspolitikk. Lítið og einki hendi aftaná - sum við so nógvum øðrum óbindandi málum og ætlanum. 

 

Ídnaðurin stýrir útlátinum og politikkarar hyggja at 

Útlátskurvan í Føroyum vísir eitt greitt rák. Tað eru ídnaður og virksemi í landinum, sum stýra útlátinum, og søguliga sæð eru tað einans búskaparkreppur, sum hava minkað um útlátið av vakstrarhúsgassum her heima. Tað var galdandi í 2009 og 2011. Eingin politisk ætlan ella átøk hava megnað at vent útlátsgongdini enn, sí mynd. Síðstu árini hava vit m.a. sæð, at orkutungir ídnaðarbólkar hava tvífaldað orkunýtsluna, t.d. aling á landi og uppisjóvarvirki, meðan eingi krøv ella gularøtur eru givnar til at minka um el-nýtsluna ella at seta sólorku á virkini. Til samanberingar øktist streymnýtslan hjá øllum húsarhaldunum í nógv minni mun sama tíðarskeið. 

Við Paríssáttmálanum hava heimsins lond bundið seg til at halda miðalupphitingina væl undir 2 hitastig og helst undir 1.5 hitastig. Frágreiðing hjá veðurlagsbólkinum, IPCC, hjá ST, vísir, at við hitaøking uppá 2 hitastig fara vit at síggja ógvusligar avleiðingar, og tað hevur tí stóran týdning at halda fast í 1.5 hitastig málinum. Fyri at røkka hesum málinum skal heimsútlátið minka við 45% í 2030 sammett við útlátið í 2010. Sum nú er fara lovaðu politikkir hjá heimsins londum at hava við sær eina miðalupphiting uppá minst 2,7 hitastig í 2050, sum verður tann vissi deyðin fyri nógv. Vísindafólk vísa á, at hvør einstøk hitaøking hevur við sær ógvusligari og títtari veðurlagsekstremar, sum vit hava sæð síðstu árini, t.e. turkur, vatnflóðir, hitabylgjur, ógvusligt avfall, skógareldar o.s.fr. í fleiri økjum. 

 

Neyðugt við bindandi veðurlagslóg 

Hvørt tons av vakstrarhúsgassum telir, og hvør upphiting, sum vit kunnu forða, hevur alstóran týdning fyri, hvussu ógvuslig veðurlagskreppan verður. Hetta sigur, veðurlagsbólkurin hjá ST í nýggjastu frágreiðingini frá 2021. Vit hava tí ikki stundir at royna “eydnuna” aftur við einum óbindandi veðurlagspolitikki, eins og landsstýrið arbeiðir við. 

Vit hava brúk fyri eini bindandi veðurlagslóg. 

Ein veðurlagslóg skal binda Føroyar til at áseta sær eitt mál um útlátsminking, ið er í samsvar við parísavtaluna. Lógin skal haraftrat við ásetingum tryggja, at veðurlagspolitikkurin hjá okkum ikki bara er ein politiskur dreymur, men at allar komandi samgongur hava skyldu til at samtykkja munandi veðurlagsátøk. 

 

Tað hevur týdning, hvussu ein veðurlagslóg verður smíðað, fyri at hon skal vera bindandi. Hon skal orðast við umhugsni fyri at fáa styrki og bindandi effekt. Í stuttum skulu vit áseta eitt útlátsmál fyri Føroyar í lóggávuni, men tað í sjálvum sær ger ikki málið bindandi. Tað skulu fleiri ásetingar til at tryggja, at øll landsstýri skulu fyrihalda seg til veðurlagskreppuna. 

Vit skjóta tí upp, at ein bindandi veðurlagslóg skal í minsta lagi innihalda hesi punkt: 
 

  • Føroyar áseta eitt mál um útlátsminking fyri 2030 sum er í tráð við paríssáttmálan, og áseta árstal fyri, nær Føroyar skulu vera útlátsfríar. 

  • Føroyar áseta sær partmál fyri 5. hvørt ár fram til 2030 og frameftir. 

  • Veðurlagsfyrilit skulu vera partur av øllum politiskum málum og ætlanum. 

  • Ein ítøkilig virkisætlan skal gerast, sum lýsir hvørji átøk verða sett í verk fyri at røkka útlátsmálunum, og nær tey skulu setast í verk. 

  • Eitt óheft ráð skal á hvørjum ári meta um gongdina í samlaða útlátinum, og um samanhangur er millum virkisætlanina og útlátsmálini. Ráðið, sum verður mannað av serfrøðingum, skal eisini virka sum ráðgevi í mun til møgulig veðurlagsátøk. 

  • Heldur útlátið fram við at økjast, ella tað ikki minkar nóg skjótt, skulu fleiri og betri átøk til. Tá skal landsstýrisfólkið í veðurlagsmálum leggja fram nýggj og sterkari veðurlagsátøk.  

  • Varandi orka skal ikki oyðileggja ella skaða náttúruna og lívmargfeldið meir enn hægst neyðugt. 
     

Samlað vilja hesi punkt syrgja fyri, at veðurlagskreppan ikki kann ignorerast og verða gloymd, eins og vit hava upplivað frá 2009. Vit hava enn tíð og møguleika at forða fyri verstu avleiðingunum av veðurlagsbroytingunum, og einhvør upphiting, sum heimssamfelagið klárar at forða, er ein bati. Tað er bert viljin, sum manglar, tí at hugskotini og loysnirnar mangla ikki.  

Screenshot 2022-10-04 at 13.37.44.png
*Í 2005 var útlátið av vakstrarhúsgassum 840.561 tons av CO2 eindum. Í 2020 skuldi útlátið vera í minsta lagi 20% lægri enn útlátið í 2005 tvs. 672.449 tons av CO2 eindum. Útlátið í 2020 var tó søguliga høgt á heili 1.301.076 tons CO2 eindir, t.e. 93% hægri enn útlátsmálið.  
bottom of page