Lesandi í Føroyum skulu hava atgongd til Erasmus+ sum skjótast!
Samtykt á aðalfundi tann 24 juli 2024
Lesandi í Føroyum skulu hava atgongd til Erasmus+ sum skjótast!
Føroyar eru einasta Norðurlandið, ið ikki hevur atgongd til Erasmus+ skipanina, ið er ein stuðulsskipan fyri útbúgvingarsamstarv. Erasmus+ kann geva lesandi, granskarum og undirvísarum í Føroyum størri og lættari møguleika at fara uttanlanda at lesa, granska og undirvísa, og kann tískil eisini lokka fleiri lesandi at koma til Føroya at lesa. Tó mugu útbúgvingar fyrst blíva bjóðaðar á enskum, áðrenn hetta kann gerast. Erasmus+ kann eisini betra um góðskuna, trivnaðin og fakliga støði hjá teimum lesandi, ið ger, at tey lesandi í Føroyum hava tað betri.
Tó skulu fleiri stig takast, áðrenn Erasmus+ í Føroyum kann blíva til veruleika: Føroyar skulu uppí fleiri skipanir, ið kunnu gera hesa prosessia lættari, td. Bologna Follow Up Group (BFUG) og European Higher Education Area (EHEA). Føroyar mugu sjálvar skriva undir Lisbon Recognition Convention og European Cultural Convention, og av tí at Danmark skrivaði undir fyri Ríkisfelagsskapin, men ikki fevnir um sjálvstøðugan limaskap fyri Føroyar, mugu Føroyar samstarva við Danmark um at fáa undirskriftirnar uppá pláss. Lestrarperspektivið er eisini sera umráðandi at hava við, tá umsóknir skulu sendast og avgerðir skulu takast.
Tískil vil MFS:
-
At landsstýrið/BUMR raðfestir at fáa Føroyar uppí BFUG og EHEA
-
At landsstýrið skal skriva undir og staðfesta Lissabon sáttmálan og European Cultural Convention, og skal leggja trýst á donsku ríkisstjórnina um at fáa hetta uppá pláss
-
Samstarva við DSF um at leggja trýst á donsku ríkisstjórnina vv. Lissabon sáttmálanum og European Cultural Convention
-
At landsstýrið setur eina tjóðarskrivstovu, sum kann umsita limaskap o.a. vv. Erasmus+ Í Føroyum
-
At landsstýrið skal halda áfram at samstarva við MFS of Ráð Teirra Lesandi á Setrinum um at hava lestrarperspektivið við, tá umsóknirnar til Erasmus+ skulu gerast
-
At Setrið skal halda áfram við góðskuarbeiðinum og evt. raðfesta um at fáa útbúgvingar á enskum
-
Leggja fram eina tílíka yvirlýsing til komandi Nordisk Ordförande Möte fundin og Board Meeting hjá European Students’ Union