Aalborgnevndin

Aalborg hevur seinastu árini ment seg við rúkandi ferð sum lestrarbýur, og kappast eftirhondini við bæði Keypmannahavn og Aarhus um tey lesandi. Fleiri og fleiri føroyingar velja eisini at fara undir hægri lestur í Aalborg, og tað var tí heilt natúrligt, at MFS 29. oktober 2018 setti á stovn nevnd í norðurjútska høvuðsstaðnum.