top of page

Ukrainum tørvar okkara hjálp!

Vilt tú stuðla, so kanst tú flyta pening á konto í Betri Banka.

 

Kontonummar: 9181 - 1527705 - viðmerk “STUÐUL”.

 

Vit vita, at nógvir føroyingar eisini vilja hjálpa og stuðla ukrainum, og tí eru vit farin undir at savna pening inn, ið óskerdur fer til lestrarfelagið í Ukraina, sum í løtuni samskipar nógv av tí humanitera arbeiðinum í landinum. 

 

MFS plagar ikki vanliga at savna inn pening, men hendan heilt serliga støðan krevur tað, og nógvar góðar grundir eru eisini til at fara undir eina innsavning til fyrimuns fyri teimum lesandi í Ukraina. 

 

Fyrst og fremst, so kunnu vit í MFS senda peningin heilt óskerdan beinleiðis til lestrarfelagið í Ukraina, ið vit hava gott samskifti við. Vit hava ongar umsitingarútreiðslur og kunnu handla skjótt. 

 

Í øðrum lagi kunnu vit fylgja væl við, hvussu peningurin verður brúktur. Vit áhaldandi samskifta við starvsfelagar í Ukraina, ið eisini melda aftur, hvussu peningurin verður brúktur.

 

Í triðja lagi er tað umráðandi miðvíst at hjálpa teimum lesandi í Ukraina, ið eru serliga meint rakt av innrásini, ið hóttir við at leggja framtíð teirra í oyði.

 

Hvat verða pengarnir brúktir til?

Peningurin verður fluttur beinleiðis til ukrainska lestrarfelagið, UAS, sum í løtuni samskipar arbeiði at hjálpa teimum lesandi í Ukraina.

 

Vit hava boðað UAS frá, at vit ikki vilja at peningurin verður brúktur at keypa hernaðarútgerð, og tí verður peningurin bert brúktur til humanitera hjálp og neyðsynjarvørur - eitt nú mat,  SIM-kort, heilivág, brennievni, verndarbrillur og annað tílíkt.


 

Bakgrund

Seinastu dagarnar hava vit í MFS fylgt væl við støðuni í Ukraina, nú Russland hevur valt at gera innrás í landið. Hvønn tíma koma boð um nýggjar atsóknir og hernaðarligar operatiónir. Aðalmálið við russisku innrásini er at oyðileggja ukrainska herin og at fáa stjórnina hjá demokratiskt valda forsetanum í Ukraina, Volodymyr Zelenskij, og stjórn hansara frá. Tað kunnu og mugu vit ikki góðtaka.

 

Vit hava sent løgmanni eina áheitan at veita ukrainskum lesandi friðskjól, at senda fíggjarliga neyðhjálp og at seta politisk og búskaparlig tiltøk í verk móti Russlandi beinanvegin. 

 

MFS er partur av evropeiska lestrarmeginfelagsskapinum, European Students’ Union (ESU), har eisini УАС (Українська асоціація студентів – Meginfelag teirra lesandi í Ukraina, UAS) er við. Í ESU verður í løtuni samskift tætt og áhaldandi við UAS, og eisini vit í MFS samskifta við okkara ukrainsku starvsfelagar, sum í løtuni eru sera ótryggir.

Peningurin verður m.a. brúktur til: 

  • Føði og klæðir til børn

  • Blæður

  • Vatn

  • Grønmeti

  • Mjøl

  • Olja

  • Salt

  • Morgunmat

  • Pressuger

  • Dósamat

  • MRE (meals ready to eat)

  • Keksir

  • Sjokuláta

  • Portable battery banks

  • Tallerkar og koppar í rustfríum stáli

  • Lummalyktir

  • Soviposar

  • Hitateppi

  • Teppi

  • Sokkar

  • Undirklæðir

  • Heit klæðir

  • Heit undirklæðir

  • Regnklæðir

  • Electric LRP

  • Tjøld

  • Knívar

bottom of page