top of page
Copy of Copy of Copy of Copy of Kapping.

KAPPING

Øll - ung sum gomul - kunnu venda sær til Vegleiðingarstovuna og fáa eitt prát. 

MFS heldur tað hava alstóran týdning, at Vegleiðingarstovan heldur fram at virka, soleiðis at vit ongantíð standa einsamøll, tá vit hava tørv á vegleiðing í sambandi við útbúgving og framtíðarmøguleikarnar.

Fyri at varpa ljós á týdningin av vegleiðing fyri lesandi og tey, ið ætla sær undir lestur, skipar MFS fyri skrivikapping um júst hetta evnið: Vegleiðing.

Send okkum eina grein, hugleiðing, yrking ella ein tekst av øðrum slag, ið er 1-8 síður langur. Tit gera sjálvi av, um teksturin er fakligur, stuttligur ella kreativur – bert hugflogið setur mørk.  

Vinnarin verður funnin við lutakasti. Vinningurin er 2000 kr. 

Nøkur av uppskotunum verða at síggja á heimasíðuni hjá MFS. 

Send títt íkast til mfs@mfs.fo 

Freistin at senda inn er 10.juli

 

Les grein um Vegleiðingarstovuna í Fjølnir 2020 her.

bottom of page