Spurningar til sjálvboðið arbeiði

Høvundamynd_edited.jpg

Niels Arge

Ráðslimur í MFS

Búskaparfrøði

Keypmannahavn

Nógvir møguleikar eru fyri at arbeiða sjálvboðið. Fleiri føroyingar velja sjálvboðið at leggja arbeiðstímar av til at fremja ítrótt, mentan, sosialt arbeiði ella til at fara út í heim at hjálpa menniskjum í fátækradømi. Umframt praktiskar arbeiðsuppgávur taka sjálvboðin ofta lut í ymiskum nevndararbeiði. Alt hetta kann geva teimum betri førleikar til arbeiðsmarknaðin. Ein kanning hjá The World Database of Happiness vísir greiðan samanhang millum eydnu og sjálvboðið arbeiði.(1) Sjálvboðin hava sostatt ikki einans positiva ávirkan á samfelagið men eru eisini glaðari enn onnur. Nógv talar tí fyri at gerast sjálvboðin. Í hesum sambandi hevur MFS spurt nøkur sjálvboðin, hví tey hava valt at leggja tíð og orku av til sjálvboðið arbeiði, og hvat tey fáa burturúr.

57353047_10217009715850720_6785807586173124608_n.jpg
Reyði Krossur mynd.png

Rasmus Holm

Rasmus er 29 ára gamal og býr á Argjum. Í 2019 bleiv hann liðugur sum Cand.Soc., ella Master of International Relations (European Studies) á Aalborg Universitet. 

Greið frá tínum sjálvbodna starvi

Arbeiðsuppgávurnar á Reyða Krossi eru fjølbroyttar men sera viðkomandi í samband við altjóða neyðhjálp. Fyri mítt viðkomandi var Landsinnsavningin í 2020 eitt sera spennandi átak, har eg, saman við leiðsluni, skrivstovuni og sjálvbodnum, var við til at savna 3,4 mió. kr. inn frá einstaklingum og fyritøkum í Føroyum til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi.

Hví valdi tú at arbeiða sjálvboðið?

Fyri at fáa fleiri starvsroyndir innan samfelagsviðurskifti og altjóða hjálpararbeiði fór eg sjálvboðin í starvsvenjing hjá Reyða Krossi í august 2020. 

Hvussu fært tú tað at hanga saman við lesnaðinum?

Síðan eg bleiv liðugur við lesnaðin, havi eg starvast hjá Reyða Krossi í gerandisdegnum og hjá Faroe Ship í vikuskiftinum. 

Hvat hevur tú fingið burturúr?

Starvsvenjingin hevur víðkað mína tankagongd um støðuna hjá øðrum menniskjum í heiminum.

Sjálvboðið arbeiði er eisini gott, tí man arbeiðir saman við øðrum sjálvbodnum, sum hava felags hugsan um at hjálpa neyðstøddum í Føroyum og kring heimin, og tað er sera gevandi.

Hvørjar eginleikar skal ein sjálvboðin hava?

Opinleika og virðing fyri menniskjum.

Bára - Blái Krossur.jpg
Blái Krossur Mynd.png

Bára Óladóttir Gullbein

Bára er 34 ára gomul. Hon lesur til lærara. Í frítíðini dámar henni væl at fáast við handarbeiði.

Greið frá tínum sjálvbodna starvi

Blákrosshandlar og endurnýtslur eru kring landið. Eg arbeiði í Blákrossbúðini í Tórshavn. Har gera vit alt vanligt klædnahandilsarbeiði so sum at selja klæðir, vegleiða kundum, leggja “nýggj” klæðir fram og halda handilin ruddiligan. 

Blákrossbúðirnar selja klæðir, sum fólk lata teimum. Klæðini verða seld sum endurnýtsla. Tað, sum ikki kann seljast, verður býtt í tríggjar bólkar: Klæðir, sum ikki kunnu brúkast, fara vekk. Onkur verða latin til vælgerandi endamál uttanlands, og klæðir úr góðum tilfari verða latin nýnýtsluverkstovuni Ný Ný. Peningurin, sum kemur inn fyri søluna hjá Blákrosshandlunum, fer víðari til arbeiðið hjá Bláa Krossi. Blái Krossur Føroya er ein kristiligur fráhalds- og hjálparfelagsskapur, sum serliga arbeiðir við rúsevnis- og rúsdrekkamisnýtslu. Blái Krossur Føroya hevur eitt breitt virksemi og fevnir millum annað um fyribyrging, blákrosshandlar, Blákrossheimið og um hugtøkini: “Blákrossungdómur“, “Øll hava rætt til góð barnaár” og “Rúsfríur vinur”.

Hví valdi tú at arbeiða sjálvboðið?

Fyrst og fremst haldi eg, at Blái Krossur arbeiðir fyri einum góðum endamáli. Eisini er tað gott, at vit hava endurnýtsluhandlar, soleiðis at eitt nú fíggjarliga sperd fólk kunnu keypa sær góð og bílig klæðir. Harnæst er tað skilagott at endurnýta klæðir og harvið verja umhvørvið.

Hvussu fært tú tað at hanga saman við lesnaðinum?

Eg arbeiði bert tríggjar tímar sætta hvønn leygardag, so tað ávirkar als ikki lesnaðin.

Hvat hevur tú fingið burturúr?

Eg og eitt systkinabarn arbeiða altíð saman. Tá ið vit eru tvær, hava vit altíð góða tíð til arbeiðsuppgávurnar. Vitjandi í handlinum eru ofta glað fyri at fáa klæðir fyri ein bíligan penga, og onkuntíð fæst eisini eitt lítið prát. Handilin er í miðbýnum, so vit koma í samband við nógv ymisk fólk, bæði føroyingar og útlendingar. Eg haldi hetta vera eitt gott sjálvboðið starv, sum ikki krevur alt ov nógv. 

Hvørjar eginleikar skal ein sjálvboðin hava?

Eg haldi ikki, at tað krevur so nógv, men áhugin og viljin til at arbeiða sjálvboðið skal sjálvandi vera har.

Ingmar Valdemarson

Ingmar Valdemarson er 28 ára gamal og medstovnari av Ringrás, sum er ein umhvørvisfelagsskapur, har aðalmálið er at verja og fremja langtíðar áhugamál hjá Føroya náttúru og fólki. 

Tá Ringrás varð stovnað, var Ingmar vorðin studentur og hevði eftirfylgjandi siglt við danska skúlaskipinum, Georg Stage. Síðan hevur hann tikið eina bachelorútbúgving innan umhvørvislívfrøði og -planlegging á Roskilde Universitet. Nú lesur hann vísindafrøði á Aarhus Universitet við fokus á vísindasamskifti innan umhvørvið.

 

Greið frá tínum sjálvbodna starvi

Ringrás er ein lítil felagsskapur við stórum ambitiónum. Av tí sama eru arbeiðsuppgávurnar nógvar, fjølbroyttar og skiftandi. Eg skrivi greinar, tíðindaskriv, hoyringsvar, uppsløg, umsóknir og annað. Eg tosi við miðlarnar, kjakist, fundist, samskipi, haldi fyrilestrar, framleiði video, skipi fyri tiltøkum, ruddi, mótmæli og viðgeri hagtøl.
Við rudding og kanningum settu vit sjóneykuna á plastdálking í 2017, og hetta gav okkum fyrstu hagtølini um dálkingarkeldurnar í Føroyum. Sama ár fingu vit grønu gávuna frá Etika fyri tað arbeiðið. Nú royna vit at skunda upp undir eitt skynsamt orkuskifti umframt at virka fyri langtíðar hugsan innan vinnu og politikk.

Hví valdi tú at arbeiða sjálvboðið?

Eg valdi at arbeiða sjálvboðið, tí eg metti tað vera neyðugt. Náttúran er okkara livigrundarlag, men vit máa burtur av henni við stuttskygdum vinnum og vanum. Henda veruleikan legði Visit Faroe Islands lok á við “Unspoiled” lýsingarátakinum. Onkur mátti gera vart við ósamsvarið – og hví ikki eg?

Hvussu fært tú tað at hanga saman við lesnaðinum?

Tað kann vera trupult at finna røttu javnvágina millum lesnaðin og sjálvbodna arbeiðið. Bæði kappast um tíðina, og tí kennir man seg stundum kloyvdan. Tá verður Ringrás ofta uppraðfest, tí tað kennist meira “veruligt” samanborið við skúlaarbeiðið. Men samstundis stuðlar mín útbúgving upp undir arbeiðið í Ringrás.

Hvat hevur tú fingið burturúr?

Ringrás hevur givið mær ómetaliga nógvar spennandi og gevandi royndir. Tað týdningarmiklasta fyri meg hevur verið samstarvið við onnur eldhugað og royndirnar við at tosað alment. Sjálvboðið arbeiði hevur eisini loyvt mær at arbeiða við júst tí, sum eg brenni fyri, og tí kenni eg samsvar millum mínar sannføringar og mítt arbeiði.

Hvørjar eginleikar skal ein sjálvboðin hava?

Sjálvboðið arbeiði hóvar ikki øllum, tí tað krevur tvey ting: Sterka sjálvsmotivatión og tøka tíð. Hugurin er ikki nokk, um ikki man fær raðfest sína tíð hareftir.

Ringrás mynd.jpg
Ingmar - Ringrás.jpg

Grein úr Fjølnir 2021. Les blaðið her.