top of page

Veganskar uppskriftir, ið eru umhvørvisvinarligar og lestrarvinarligar. 

Tips: bønir og linsur eru nógv bíligari, um man keypir tær turkaðar og sjálvur leggur tær í blot og kókar tær.

-Fryst grønnmeti er bíligari er fríkst, og tí er tað eitt gott hugskot at keypa nokk av tí, tá tað er uppá tilboð.

-Plantudrykkir (t.d soya, rís og havramjólk) halda sær upp í fleiri mánaðir, og tí er tað snilt at keypa, tá tað er tilboð.
Screenshot 2022-10-06 at 17.13.52.png

Silja Egholm Petersen
 

Næmingur á miðnámskúla í Suðuroy 

Screenshot 2022-10-06 at 17.22.47.png
Rommkúlir

Tilfar
- 240g av svørtum bønum (svarar til 1 dós)
- 1 dl av mandlum
- 2 dl av havragrýni
- 3 spsk av kokusmjøli
- 2 spsk av kakaopulvur
- 250g dadlur uttan steinar
- 3 spsk plantumjólk
- 1 spsk av rom aroma
- 1 spsk av jarðber súltutoy

Mannagongd
- Blenda fyrst tað turra tilfari - mandlur, havragrýn, kokusmjøli, kakao
- koyr síåani restina av tilfarinum í og blenda: dadlur, plantumjólk, rom aroma og jarðber súltutoy
- rulla til kúlir og vend í kokusmjøli/krymmeldrýss/kakaopulvur
- rommkúlunar smakka best um tær hava staði á køl í nakrar tímar.
- Vælganist
-(rommkúlunar skulu goymast í køliskápinum)

 
Screenshot 2022-10-06 at 17.34.09.png
Indiskt Dahl

Umleið 5 portiónir

Tilfar
- Olja/vatn at steikja í
- 2 leykir
- 3 fetir av hvítleyki
- 3 tsk av karry
- 1 tsk av spidskommen
- 1/2 tsk av cayennepipar (ikki neyðugt)
- 1/2 tsk koriander
- 2 stórar gularøtir
- 300 gr reyðar linsur (turrar)
- 5 dl av vatn
- 1 dós kokusmjólk light
- frískt dild (ikki neyðgut)
- salt og pipar
- rís/quinoa aftur við

Mannagongd
- hakka leyk og hvítleyk fínt og steik í grýtu í uml 3 min
- koyr síðani kryddaríni í og steik víðari í uml 3 min
- koyr vatn og kokusmjólk í grýtuna
- flys gularót og sker tær í smáar puntar og koyr í grýtuna
- kóka í 40 min og smakka síðani til við dild, slat og pipar
- kóka rís/quinoa aftur við
- ymiskt grønnmeti sum t.d brokkoli, riggar væl til.
- Vælgagnist
Screenshot 2022-10-06 at 17.45.26.png
Spaghetti við kjøtfríarisós

Umleið 4 portiónir


Tilfar
- 480 g kikkertar (svarar til 2 dósir)
- 1 leyk
- 1 reyð piparfrukt
- 1 grønnmetis supputerning
- 400 g hakkaðar tomatir
- 140 g tomatpuré
- 1 dós kokusmjólk
- 1 tsk spidskommen
- 1 tsk paprika
- salt og pipar
- spaghetti

Mannagongd
- hakka leyk og sker piparfrukt smátt. Brúnka í grýtu
- hakka kikkertart grivt í eini hvirlu
- koyr síðani groft hakkaðu kikkertanar í grýtuna, saman við kryddarínum, grønmetis supputerninginum, hakkaðu tomatinum og tomatpuré
- lat kóka í 30 min og smakka síðan til við salt og pipar
- kóka spaghetti
- Vælganist
bottom of page